Frímerkini eru stoltleiki hjá flestu føroyingum

Í Dimmu í dag bórust tíðindi um, at føroyskt frímerki einki eru verd.


Frímerkini hava verið og eru stoltleiki flestu føroyinga:


Føroysk frímerki eru ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar landsins sál, útsjónd, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív. Ein lítil mentanarberi, ið røkkur langt handan landamørk, langt út í heimsins fjarastu krókar og skot.


At ein ikki verður millióningur av at savna frímerki, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, og heldur ikki eitt eindømi fyri føroysk frímerki. Føroysku frímerkini eru enn so ung, og hvat tey kunna koma at verða verd í framtíðini, kann eingin spáa um.


Tann, ið savnar, savnar fyrst og fremst av áhuga fyri mentanini og søguni handan frímerkini.


Føroysku frímerki hava fleiri ferðir vunnið heiðurin, sum ársins vakrasta frímerki og í Kina hava tey í fleiri ár á rað vunnið heiðurin at vera kosin “Best Foreign Stamp” í einari kinverskari atkvøðugreiðslu.


Tey verða send savnarum kring allan heim hvønn dag, og javnan koma brøv frá savnarum, har teir geva til kennar, hvussu glaðir teir eru fyri vøkru føroysku frímerkini og ikki minst hvussu nógv tey fáa at vita um Føroyar ígjøgnum frímerkini.


Eisini hava føroysku frímerkini drigið mong ferðafólk til Føroya!


Posta


Frímerkjadeildin


Svanbjørg Manai, Stjóri