Fríggjadagin verður almenn móttøka hjá Alzheimerfelagnum

Fríggjadagin 18. november millum kl. 15–17 skipar Alzheimerfelagið fyri samkomu í hølum felagsins á Íslandsvegi 10C í Havn. Tað hevði glett okkum almikið at sæð nógv fólk hendan dagin.

Alzheimerfelagið arbeiðir støðugt við at menna sítt virksemi og hevur í tí sambandi sett eitt fólk í hálvtíðarstarv og felagið hevur fingið betri umstøður. Nevndin hevur skipað seg av nýggjum og fingið nýggja forkvinnu. 

Felagið hevur nú fasta skrivstovutíð og skrivstovan er opin týsdag og hósdag frá kl 10 – 13, tá øll eru vælkomin at ringja til felagið ella støkka inn á gólvið. At hetta hevur borið til, kunnu vit takka góðum stuðlum, sum á ymsan hátt, m.a. við blaðútgávu og renning, hava savnað pening inn til felagið.

Endamálið hjá Alzheimerfelagnum er at:
- stuðla og hjálpa minnisveikum (demenssjúkum) og avvarðandi teirra
- upplýsa og kunna um minnissjúku (demens) yvirhøvur
- upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg
- stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur
- verja rættartrygdina hjá teimum sjúku
- vera við í altjóða samstarvi

Vinaliga 

Malan Mohr, forkvinna
Alzheimerfelagið
Íslandsvegur 10C (inngongd frá Jøkulstræti)
100 Tórshavn
tlf. +298 788012