Friðarlig mótmælisgonga

Tað var ein sera friðarlig mótmælisgonga, sum staðfesti síni sjónarmið á Vaglinum í dag. Retorikkurin var meira festligur enn hóttandi. Røðurnar hongdu støðuna uppí fremmandapelan í Miðeystri, har demokratiseringin hevur fingið pláss, og eisini um kringsetingina í USA, har tey berjast í móti misbrúkinum hjá stórkapitalinum.


Onkur røðari helt, at eitt demokrati var ein spurningur um álit, men hetta virkaði eitt sindur tragikomiskt, tá veruleikin er, at Føroyar eru eitt kleptokrati, har lógin er ikki galdandi líka fyri øll. Eitt anarkistiskt samfelag við stórum sjálvtøkuborðið fyri tey fáu, og har einglapressan liggur í lummaullini hjá maktini, og bara fyri skom skyld kom undan hendan dagin.


Seinast ein stór mótmælisgonga var í Føroyum, var, tá ið Jógvan Sundstein, var løgmaður. Nú er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Linjan í Føroyum er, at ongar mótmælisgongur eru í Føroyum um vinstravongurin eigur samgonguleiðaran.


Javnaðarflokkurin hevur átt løgmann í fleiri ártíggir. Tað er alment kent, at hesin flokkurin ikki hevur funnið síni egnu bein undir búkinum, og hevur verið akkurát líka karráður í móti teimum minnu mentu, sum nakar flokkur á miðjuni ella til høgru.


Vit skulu tó hava mentuna í javnaðarflokkinum við, har tann eini sokallaði vargurin, nývaldi, Henrik Old, í hvussu so er hevur funnið síni hugsjónarligu bein aftur at standa á, har hann setti orð á mergsúgvingina hjá bankunum. Tað var ein boðskapur, sum vildi nakað. Ivasamt er tó um hann hevur flokkin aftanfyri seg.


Íslendska sjónvarpið hevur journalistar í Føroyum í samband við innsavning av pengum í Íslandi til tey, sum vóru fyri stórum missi undir ódnini í Føroyum. Hesin journalisturin helt ikki, sambært sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, at mótmælisgongan á Vaglinum í dag kundi samanberast við kendu mótmælisgongurnar í Íslandi. Íslendingar tveittu bæði egg og annað gott eftir politikarunum, og har var eisini bardagi við løgregluna.


Paradoksið við hesi mótmælisgonguni er, at andstøðan uppbyggir sær eina politiska aldu at surfa á, tá veruleikin er tann, at andstøðan er ikki smettin betri, og at hetta í veruleikanum eisini avspeglaðist av úrslitinum á seinasta løgtingsvali.