Frídagar um jólini

Jól og nýggjár eru í hondum, og niðanfyri er eitt yvirlit av frídøgum sambært lóg og sáttmálum í sambandi við jól og nýggjár. 

Til ber at síggja eitt fullfíggjað yvirlit yvir frídagar á www.industry.fo 

Jólaaftan:

Jólaaftan er hálvur frídagur hjá:

Føroya HandverkarafelagLandsfelag Handverkaranna 

Jólaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:Føroya ArbeiðarafelagHavnar ArbeiðarafelagHavnar ArbeiðskvinnufelagKlaksvíkar ArbeiðsmannafelagKlaksvíkar ArbeiðskvinnufelagSamverk (áður nevnt S&K)Atlantic Workers UnionYTFFinansforbundetStarvsfelagið (Posta og Føroya Tele)Grafiska YrkisfelagiðFøroysk MiðlafólkMaskinmeistarar á landi 

Um arbeitt verður merkir hetta, at tey sum hava hálvan frídag jólaaftan verða lønt við dupultari normalløn eftir kl. 12.00, og so leingi halgan varðar. Tey, sum hava jólaaftan sum heilan frídag sambært sáttmála, verða lønt við dupultari normalløn. 

Jóladagur og annar jóladagur:Jóladagur og annar jóladagur eru heilir frídagar, sum eru ásettur við lóg. Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar. 

Nýggjársaftan:Nýggjársaftan er í ár ein fríggjadag. 

Nýggjársaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:Samverk (áður nevnt S&K)Heilur frídagur hjá hesum feløgum:Føroya ArbeiðarafelagHavnar ArbeiðarafelagHavnar ArbeiðskvinnufelagKlaksvíkar ArbeiðsmannafelagKlaksvíkar ArbeiðskvinnufelagFøroya Handverkarafelag (tó ikki galdandi fyri fastløntar handverkarar)Landsfelag Handverkaranna (tó ikki galdandi fyri fastlønar handverkarar)Atlantic Workers UnionYTFFinansforbundetStarvsfelagið (Posta og Føroya Tele)Grafiska YrkisfelagiðFøroysk MiðlafólkMaskinmeistarar á landi 

Somu ásetingar eru galdandi her sum fyri jólaaftan. 

Nýggjársdagur:Nýggjársdagur er heilur frídagur, ásettur við lóg. 

Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.