Freistin longd til 4. desember!

Vit hava tørv á tínari hjálp! 
 
Trý lesandi á Roskilde Universitet hava sett eina kanning í verk um føroyskir sjúklingar, ið hava verið uttanlands í kanning og/ella viðgerð fyri likamliga sjúku.
 
Hvørt ár verða yvir túsund føroyingar kannaðir og/ella viðgjørdir uttanlands, men vit vita tíverri alt ov lítið um, hvussu føroyingar sjálvir uppliva hetta. Fyri at skapa eina heildarmynd av støðuni, byggir kanningin serliga uppá eitt spurnablað til sjúklingarnar.
 
Spurnarblaðið vendir sær til borgarar, ið búgva í Føroyum og hava verið noyddir at fara uttanlands at verða kannaðir og/ella viðgjørdir fyri eina likamliga sjúku.
Tað vil siga, at hendan kanningin fevnir ikki um viðgerð av sálarligum sjúkum.
Foreldur, ið hava verið við sínum børnum til kanningar og/ella viðgerð uttanlands, eru eisini hjartaliga vælkomin at svara vegna børn síni.
 
Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at fáa savna vitan frá brúkarum fyri at kunna greina, hvussu sjúklingar uppliva at vera sendir av landinum. Vit vóna tí, at tit geva tykkum stundir at svara hesum spurnablaði, og soleiðis geva týdningarmikla vitan til gransking á hesum øki.
 
Tað tekur uml. 10-15 minuttir at svara spurnablaðnum og tú verður dulnevnd/ur. Avvarðandi kunnu hjálpa við at svara spurnaðarblaðnum, um tað er onkur, sum ikki er tryggur við tað tøkniliga. Tað mest umráðandi er at so nógv sum gjørligt geva sær tíð at svara.
 
Hevur tú spurningar ella tekniskar trupulleikar, ert tú vælkomin at skriva til figj@ruc.dk ella skriva/ringja á +45 30 86 92 78

Vit takka frammanundan fyri tína hjálp!
 
Trýst á leinkjuna niðanfyri, fyri at koma til spurnarkanningina.
https://survey.ruc.dk/LinkCollector?key=17JPVS7U9531