Tey, sum ætla sær at fiska makrel í 2012, men ikki hava søkt Fiskimálaráðið um fiskiloyvi, skulu gera tað í seinasta lagi á middegi mánadagin.
Eftir makrelkunngerðini, sum nú er lýst, hava øll fiskifør undir føroyskum flaggi møguleika at fáa loyvi at fiska makrel.
Kunngerðin býtir flotan í bólkar. Í flestu bólkum er fiskiskapurin skipaður við felagskvotu við hámarki fyri hvørt skipið. Fyri at kunna seta hámark fyri, hvussu nógv hvørt far í hvørjum bólki kann fiska, er neyðugt at vita, hvussu nógv fiskifør í hvørjum bólki fara at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012.
Tí er freistin at søkja um makrelloyvi í 2012 sett til mánadagin 18. juni 2012 á middegi. Skip og bátar, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
Sambært kunngerð um avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi skal eitt avgreiðslugjald upp á 500 kr. fyri hvørt loyvi verða goldið, áðrenn fiskiloyvið kann skrivast út. Gjaldið skal flytast á konto nr. 6460-173.368.2 í BankNordik. Tá goldið verður, skal tilskilast navn og sýslunummar á fiskifarinum, møguligir kallibókstavir og eigari av fiskifarinum.