Freistin at lata tilboð inn til at røkja Bygdaleiðir er útsett til 1. juni 2019

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag avgjørt at leggja uppskotið um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning fyri Løgtingið, soleiðis at raksturin av bygdaleiðum kann bjóðast út í eitt 7 ára skeið.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin biðið Strandfaraskip Landsins um at útseta freistina fyri at lata tilboð inn til 1. juni 2019. Hetta inniber, at eingi tilboð verða latin upp fríggjadagin 1. mars 2019. 

Orsøkin til hetta er, at Landsstýrismaðurin metir, at størri dentur eigur at leggjast á grønar og varandi orkuloysnir í útbjóðingartilfarinum. Ætlanin er at nýta hesa tíðina til at tryggja meira umhvørvisvinarligar og grønar loysnir.

Um spurningar eru viðvíkjandi hesum, kunnu tit seta tykkum í samband við Heðin Mortensen, landsstýrismann.