Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
-Tá vit við greiðum orðum siga menniskjanum um syndina, og at Kristus doyði fyri syndina og at blóð Kristusar reinsar frá allari synd, tá vilja menniskju hoyra hvat tú sigur.
Hann greiddi frá, at á møtinum í gjárkvøldið í Lviv í Ukreina, kom kona borgmeistaran í býnum fram og játtaði trúgv á Jesus. Tá tíðindafólkini varnaðust hetta, so streymaðu tey til fyri at taka myndir og spyrja hana út um hetta.
Franklin greiðir frá, at fyri opnari mikrofon og snurrandi sjónvarpstólum, legði hon ein greiðan vitnisburð um, hvat Gud hevði gjørt í hennara lívið fyri fáum minuttum síðani.