Stóra bókastevnan í Frankfurt verður í komandi viku frá 12.-16. oktober, og føroyskar bøkur verða væl umboðaðar. Eitt lið av rithøvundum, forløgum og lyklapersónum fer at gera sítt til at skapa áhuga fyri og kunnleika til føroyskar bókmentir, og vónin er sjálvandi, at týsku og útlendsku forløgini sum heild fáa eyguni upp fyri føroyskum bókmentum.
Bókamessan í ár er serlig, tí tað er fyrstu ferð, at eitt norðurlendskt land, Ísland, er heiðursgestur. Íslendski mentamálaráðharrin Katrín Jakobsdóttir gjørdi ikki mætari enn at senda innbjóðing til føroyska mentamálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø, við tilboði um, at føroyingar kundu hava ein framsýningarbás undir liðini á sær. Helena Dam á Neystabø tók av innbjóðingini frá Íslandi og setti í gongd fyrireikingar til ta innrás, ið nú nærkast.
Fyrireikandi fundir vóru saman við Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum, NÁM, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Mentanargrunni Landsins, og øll vóru samd um, at vit eiga at leggja nógv fyri, til tess at fáa eina so góða framsýning sum møguligt. Heitt varð á Listafólkasamband Føroya (LISA) um at samskipa føroysku luttøkuna.
Samskipanararbeiðið hevur m.a. fevnt um at fáa týðingar gjørdar eins og umrøður av rithøvundunum, samskifti við týska marknaðin, harundir at fáa vitjan í Føroyum úr Týsklandi, samskifti við íslendsku fyriskipararnar, skipa ferðina fyri føroysku almennu luttakarunum o.s.fr. Eisini er heimasíða gjørd til høvið. Ætlanin er, at henda nýggja heimasíða framhaldandi skal kunna nýtast sum portur til føroyskar bókmentir, eisini aftan á hesa bókastevnuna. Sí www.faroesebooks.com.
“Nógv hevur verið tosað um útflutningsframa av bókmentum, list og tónleiki. At ljós nú verður varpað á føroyskar bókmentir á einum av størstu bókamessunum yvirhøvur, er avgjørt ein møguleiki, ið vit eru fegin um. Nú er ikki at liggja á boðunum, men at nýta øll tey sambond, sum fara at verða knýtt á messudøgunum í Frankfurt”, sigur Helena Dam á Neystabø, sum fegnast um, at fyrireikingarnar nú eru komnar undir land, og klárt er at fara til Frankfurt. Bókamessan í Frankfurt er árligt afturvendandi tiltak, og vit eiga at røkja hetta og tílík sambond væl og virðiliga til tess at røkka út í heim, heldur landsstýriskvinnan.
Umleið 20 fólk úr Føroyum ætla sær at vitja bókastevnuna. Fleiri av høvundunum umframt forløgini vera við og haraftrat fyriskiparar og LISA. Nevnast kunnu Bárður Oskarsson, Gunnar Hoydal, Hanus Kamban, Carl Jóhan Jensen, Jógvan Isaksen, Sprotin, Mentanargrunnur Studentafelagsins, NÁM og Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Til bókastevnuna er eisini gjørd ein serútgáva av bókini hjá Bárði Oskarsson, “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, sum er ætlað at býta út til vitjandi á føroyska básinum. Í bókini verða upplýsingar um nýggju føroysku bókaheimasíðuna, og hvussu samband fæst við røttu viðkomandi.
Bøkurnar, sum skulu umboða Føroyar á stevnuni, hevur ein úrvalsnevnd valt út. Mentamálaráðið setti úrvalsnevndina, og í henni sótu Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Bergur D. Hansen, studentaskúlalærari, og Guðrun Gaard, studentaskúlalærari. Uppgávan var at finna bøkur innan fyri ymisk bókmentasløg, sum samstundis ikki vóru eldri enn uml. 25 ár.
Skaldsøgur: Carl Jóhan Jensen: Ó, søgur um djevulskap, 2005
Jóanes Nielsen: Glansbílætasamlararnir, 2005
Gunnar Hoydal: Undir Suðurstjørnum, 1991
Oddvør Johansen: Í morgin er aftur ein dagur, 1999
Jógvan Isaksen: Norðlýsi, 2009
Yrkingasavn: Tóroddur Poulsen: Útsýni, 2010
Stuttsøgusøvn: Sólrun Michelsen: Tema við Slankum, 2007
Hanus Kamban: Pílagrímar, 2001
Barnabók: Bárður Oskarsson: Ein hundur, ein ketta og ein mús, 2004
Yrkisbók: Andras Mortensen: Hin føroyski róðrarbáturin, 2000