Framvegis eingin semja um makrelin

Tað eydnaðist ikki at fáa eina semju um makrelin í samráðingunum, sum hesa vikuna hava verið í Bergen millum strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg.


Eftir samráðingarnar, sum vóru í Clonakilty í Írlandi í desember vóru útlitini fyri at fáa semju í lag lítlar, tí partarnir stóðu langt frá hvørjum øðrum, tá farið var til hús. ES og Noreg løgdu tá felags uppskot til loysn á borðið, sum lá langt frá føroyska kravinum um part, og sum Føroyar mettu sum eitt afturstig í samráðingunum. Samráðingarnar hesa vikuna í Bergen vístu, at enn er langt millum partarnar. Tað sum skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makrelinum skal býtast millum londini.


Londini hava kortini avtalað at møtast aftur til enn eitt samráðingarumfar, sum verður í Reykjavík 14. - 16. februar 2012.


Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tað er sera týðandi, at Føroyar framhaldandi verja síni rættindi og krøv. Samstundis ásannar landsstýrismaðurin, at øll áherðsla verður løgd á at finna semjur, tí í longdini vilja felags semjur tæna øllum pørtum best.