Framsýning letur upp í Mentamálaráðnum í dag

Tíðindaskriv:


Í dag lat upp ein øðrvísi framsýning í Mentamálaráðnum. Á framsýningini eru pløgg, ið klædnaatstøðingarnir, sum júst hava fingið prógv á Tekniska Skúla í Havn, hava sniðgivið í samband við próvtøku. Talan er um níggju framsýnarar.


Framsýningin lat upp mánadagin 24. juni klokkan 15., og er opin til 12.juli.


Tá framsýningin letur upp í dag spæla Magni á Lakjuni og Laila av Reyni tónleik.