Framsýning í Tilhaldinum: Heilt framúrskarandi handverk!

- Tað er rættiliga sjálvsagt, at Tilhaldið skipar fyri eini framsýning av hesum framúrskarandi hondverki, soleiðis at vit onnur fáa hesa uppliving at síggja hesar lutirnar, tí hetta er so sjáldsama vakurt, flott og avbera væl úr hondum greitt, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í dag setti eina einastandandi handverksframsýning í Tilhaldinum.


- Eg havi sagt tað fyrr, at eg eri ógvuliga fegin um at koma á gátt her, tí eg fari altíð ríkari heimaftur. Her er altíð hugnaligt at koma og stórur blíðskapur verður vístur einum. Tilhaldið hevur givið pensjónistunum í býnum ein kærkomnan møguleika at koma saman til fjøltáttaða samveru í hugnaligum umhvørvi, soleiðis sum tað eisini stendur í endamálsorðingini fyri húsið.


- Tað ber helst til at siga, at tað er blivið ein lívstílur hjá mongum at støkka inn á gólvið til eitt prát ella til eitt av teimum mongu fjølbroyttu tilboðunum, ið eru hvønn dag í vikuni. Tað var tí eitt ótrúliga gott hugskot, sum var sett í verk á grækarismessu í 1998, tá dyrnar fyrstu ferð lótu upp í hesum prýðiliga húsi.


- Vit eru teimum kvinnum og monnum takksom, sum tóku stig til at fáa eitt Tilhald í býnum, tí staðfestast kann, at fólk hava tikið húsið til sín frá fyrsta degi av. Hvussu væl húsið verður brúkt eru mong tykkara, sum í dag sýna fram, góð dømi um. Eitt er, at vit øll mugu hava okkurt at fara upp til um morgnarnar, men tá virksemið kann havast undir slíkum umstøðum sum hesum, so er onki løgið, at hugurin er góður.


- Hetta virksemið, sum hevur verið her í mong ár, er eitt úrslit av tí arbeiði, tit hava tikist við gjøgnum veturin. Tí er tað rættiliga sjálvsagt, at Tilhaldið eisini skipar fyri eini framsýning av hesum framúrskarandi hondverki, sum tit hava gjørt, soleiðis at vit onnur fáa hesa uppliving at síggja lutirnar, sum verða sýndir fram. Hetta er so sjáldsama vakurt, flott og avbera væl úr hondum greitt.


- Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari. Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar, fingu tey ikki møguleikan her í Tilhaldinum, segði Heðin Mortensen.


At enda nýtti hann høvið at takka teimum í Tilhaldinun fyri teirra dugnaskap og arbeiðssemi.


- Tøkk tit, sum í dag starvast í Tilhaldinum og øll tit mongu, ið hava tykkara dagligu gongd her, tí tit leggja so stóran dent á, at Tilhaldið skal vera eitt gott stað at koma. Mítt ynski er, at samstarvið millum kommununa og Tilhaldið kemur at halda fram og styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni, tí virksemið, sum er her í Húsinum, er eitt stórt, týðandi sosialt arbeiði, sum ikki kann og ei heldur skal vera undirmett, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.


Síðan setti hann framsýningina av bein- og hornarbeiði, veving og maskinbinding, sum verður opin til og við fríggjadagin.