Framsøkið universitet

 Í
hesum valtíðum, nú sjónarmiðini verða skerpað, er løtan at nerta við spurningin
um møguleikarnar hjá okkara børnum at útbúgva seg víðari í Føroyum.



Vit
vita, at meginparturin av ungdóminum fer av landinum at útbúgva seg eftir fólkaskúla
og miðnám. Vit vita, at fólkatalið stendur í stað. Vit vita eisini, at gongdin
nú er, at heilt nógv av teimum, sum fara, koma ikki aftur.



Hvør
ræður sínum lívi, men tað svitast ikki, at vit skjótt fáa álvarsamar
trupulleikar, tí vit hava ov fá ung í besta blóma og við góðum førleikum í
landinum. Tey 20-40 ára gomlu, sum skula byggja land, eru nógv fækkað.



Tað
kunna vit einans bøta um við at skapa teimum møguleikar í Føroyum. Eitt er
arbeiði, annað er trivnaður og triðja er møguleikar fyri víðari útbúgving her.



 



Skúlin
á Argjahamri er ein leiðvísari. Komandi stórfingni miðnámsdepilin í Marknagili
ein annar. Tann triði átti at verið eitt framkomið og framsøkið universitet við
góðum lærarakreftum, fjølbroyttum viðkomandi útbúgvingum og altjóða granskingarumhvørvi..



Sjálvsagt
eigur ungdómurin eisini at fara út í verðina at nema sær kunnleika og hyggja
seg um, men heimurin er so gjøgnumskygdur í dag, at hvør einstakur kann hava
hann á eini framkomnari fartelefon í sínum egna lumma – eisini í Føroyum.




kann stigið takast, og tað má takast, áðrenn vit missa flogið.



 (Brot úr røðu á Skúlanum á Argjahamri 10/9-2011.)



 



Jógvan Arge, formaður í



Mentamálanevnd



Tórshavnar Býráðs.