Framløgur um súluveiðu, gosfjall í Vágum, makt og leysingabørn

Mánakvøldið 24. september vera tríggjar forkunnugar framløgur á Bókasavninum í Sørvági. Talan er um tiltak í røðini Vísindavøka á ferð.


Bergur Olsen, fuglafrøðingur frá Havstovuni, fer at halda framløgu um súlu og súluveiðu.


Uni Árting, jarðfrøðingur frá Fróðskaparsetrinum og Jarðfeingi fer at greiða frá um gosfjall, sum nýliga er funnið á Vágoynni.


Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum hevur framløgu við heitinum Løgmaður og Dorthea Wenningsted – Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum


Umframt framløgurnar frá hesum granskarunum verður eisini stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í einum kaffisteðgi.


Les meira um Vísindavøku á ferð  og Vísindavøku, sum verður 28. september her


Mynd: (c) Jens-Kjeld Jensen