Framløga: Koronafarsóttin og føroyska fiski- og alivinnan

Koronafarsóttin hevur havt við sær eina ógvusliga niðurgongd í heimsbúskapinum, men hvør hevur ávirkanin verið á okkara høvuðsútflutningsvinnur.Eru trupulleikarnir teir somu, sum vit ímyndaðu okkum og hvørji eru útlitini? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera svaraðir í Løkshøll í Runavík, Mikudagin 7. oktober 2020 kl. 14.

Tá fara granskararnir Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetri Føroya, Magni Laksáfoss, og Unn
Laksá frá Sjókovanum at greiða frá úrslitunum av verkætlan við endamálinum at greina
avleiðingarnar av koronafarsóttini fyri føroyska fiski og alivinnu og búskaparligu ávirkanina.

Á tiltakinum verður greitt frá royndunum hjá fyritøkunum, og hvussu tær hava tillagað seg.

Eisini verða búskaparligu avleiðingarnar lýstar bæði frá einum virkis- og
samfelagsbúskaparligum sjónarhorni. At enda verður hugleitt um hvussu mótstøðuførið í
fiski- og alivinnuni og í føroyska búskapinum kann økjast. Aftaná framløguna bjóðar Ocean
Cluster Faroes til kaffi og prát.

Verkætlanin, sum er eitt samstarv millum nýstovnaða privata granskingarstovnin Sjókovan og
Fróðskaparsetur Føroya, er stuðlað av Covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.
Tað er ókeypis at luttaka, men tað er neyðugt at melda til her: https://loksholl.fo/events/event/200