Framløga av yrkingasavninum “Um átta minuttir fer Másin avstað”

Sangurin um Per, sum fór til Havnar at keypa sær vøttir, og mundi ligið eftir, tí útvarpið segði “Um átta minuttir fer Másin avstað” hevur mangan ljóðað á mannamunni síðan Herman Jacobsen so meistaraliga førdi hann fram til V4 undirhald í sjútiárunum.

Hetta er ein av teimum perlunum, sum yrkjarin Suni F. Jacobsen hevur ríkað okkum øll við. Men at Suni hevur yrkt ein hóp av øðrum yrkingum gjøgnum mong ár er fáum kunnugt. Nú hevur hann tikið saman um og givið út eitt úrval av tí, hann hevur skrivað. Bókin hevur navn eftir hansara best kendu reglu um teir átta minuttirnar, men har eru nógvar aðrar perlur.

Bókin verður løgd fram av Tórbjørn Jacobsen (Tobba) í H. N. Jacobsens Bókahandli fríggjadagin 2.  november kl. 10, har høvi verður at heilsa upp á rithøvundan og fáa hann at signera eintøk.

Forlagið Stiðin gevur út og Suni hevur sjálvur gjørt kápumyndina av Urðini eystarumegin Nólsoynna.