Framløga av Vága kirkjubók

verður í skúlanum á Giljanesi mikukvøldið 10. februar klokkan 19.

Her er talan um eitt nágreinligt avrit av kirkjubókini fyri tíðarskeiðið frá 1797 til 1892, sum Johan G. Mikkelsen hevur gjørt. Felagið Varðin gevur út, og er henda bók tann fjórða av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum. Tær tvær fyrstu vóru um Eysturoyar prestagjald, tann triðja var um Norðoya prestagjald, og hendan fjórða er um Vága prestagjald. Tann sum vil fáa at vita nágreinliga hvat ið stendur í hesi søguligu keldu kann lesa nær børn eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey høvdu, nær tey eru fermd, nær tey eru gift og við hvørjum og hvørji børn tey fingu. Eisini stendur nær tey eru deyð.

Nú verður lættari at granska ætt og ætlanin er at halda fram við útgávuni so vit eisini fáa Norðstreym, Suðurstreym, Suðuroy og Sandoy við. Í hvørjum bindi er stílur, har til ber at síggja hvar persónssnøvn og staðarnøvn koma fyri. Á tann hátt fæst almikið gagn burtur úr tilfarinum, so tað ber til at greina ættirnar um allar Føroyar.

Á framløguni ber til at hoyra Jógvan Ravnsfjall greiða frá teimum prestum, sum hava skrivað kirkjubøkurnar. Inga Poulsen Dam, sum nú skrivar kirkjubøkurnar í Vágum, hevur eitt stutt upplegg sum eitur: Navngeva – hugleiðingar.

Felagið Varðin