Framløga av roknskapinum fyri 2011

Eitt ár er farið, har vit kunnu fegnast um at hyggja aftur á nakrar týðandi lidnar íløgur, sum hava stóran týdning fyri kommununa.


Nútíðarhóskandi kloakkskipanir eru nú í meginpartinum av kommununi, Stóra miðstaðarøkið við Karlamagnusarbreyt er klárgjørt og áhugin er stórur, Myllutjørn er liðug, nýggjur forskúli og frítíðarskúli er gjørdur í Santa Frans, vit hava sett hol á økini til útifimi við økinum á Glaðsheyggi, hava sett ljóssteyrar upp við Tórsvøll og ikki minst ein stóran og nýmótans fólkaskúla á Argjahamri, til tess at geva børnum okkara bestu karmar fyri frálæruna.


Samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu í 2011 vóru 130 mió. kr. netto. Tá er stuðul til bygging av Boðanesheiminum uppá 23 mió. kr. mótroknaður. 119 mió. kr. eru fluttar til 2012 sum ikki nýttar íløgujáttanir. Upphæddin er áleið tann sama sum í 2010.


Sundurgreining av íløgum mió. kr.


Sí talvu


Lántøka & gjaldføri


Kommunan hevur valt at hava eitt gjaldføri, sum í minsta lagi svarar til skattainntøkuna fyri ein mánaða, sum er umleið 50 mió. kr., og tí samtykti býráðið í 2012 at taka lán fyri at røkka hesum máli.


Tann 31. desember 2011 var samlaða lániskuldin 154 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2010 var roknað við lántøku uppá 51,5 mió. kr. Býráðið samtykti sum sagt í 2012 at taka lán uppá 50 mió. kr, men lántøkan er ikki framd enn.


Kommunan hevur bíðað sum longst við hesi lántøku, men nú eru stórætlanir fyri framman. Boðanesheimið skal verða liðugt seinni í ár, íløgur skulu gerast í brúgv um Sandá, útstykkingar, vinnuøki, havnabygging og íløgur í aðrar skúlar og trivnaðartiltøk. Tí er tíðin nú komin at taka hetta lánið soleiðis, at gjaldførið støðugt er á einum hóskandi støði.** Býráðið hevur avgjørt at leggja loft á lántøkuna, hon kemur íroknað tær 50 mió kr. at liggja um 215 miljónir við árslok í ár. Hetta er eingin trupulleiki við eini árligari inntøku uppá yvir 660 miljónir. Fíggjarætlaninar 2011 og 2012 javnviga uttan lántøku.


Skattainntøkur mió. kr.


Sí talvu


Inntøkur og rakstrarútreiðslur


Hækkingin í rakstrarútreiðslunum seinastu árini hevur bara svarað til góð 2% yvir fimm ár. Í sama tíðarskeiði hækkaði prístalið við 4%, t.v.s. nærum dupult so nógv sum rakstrarútreiðslurnar. Tað merkir, at rakstrarútreiðslurnar lutfalsliga eru minkaðar, hóast fleiri nýggjar og víðkaðar tænastur.** Rakstrarútreiðslurnar minka í 2012 í mun til 2011. Heldur ikki útreiðslurnar til umsiting hækka. Kommunan hevur framhaldandi eitt lágt meðal skattaprosent.


Samlaði rakstrarroknskapurin vísir eitt avlop uppá 11 mió. kr. aftaná íløgur uppá 130 mió. kr. og rentuútreiðslur uppá 9 mió. kr. netto. Í fíggjarætlanini fyri 2010 var roknað við einum halli uppá 51 mió. kr., so úrslitið er betur enn væntað.


Samlaðu skattainntøkurnar vóru í 2011 663 mió. kr. Hetta er 27 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini. Ávegis avrokningin í 2011 var 9 mió. kr. minni enn mett, meðan endaavrokningin fyri 2010 gav 27 mió. kr. í meirinntøku. Avgjald av kapitaleftirlønum var 8 mió. kr. hægri enn mett og partafelagsskatturin var 1 mió. kr. hægri enn mett.


Sundurgreining av útreiðslum mió. kr.


Sí talvu


Tað hevur stórt sæð eydnast at halda allar játtaninar í fíggjarætlanini. Rakstrarútreiðslurnar vóru í 2011 íalt 513 mió. kr. Samlað er ein minninýtsla uppá 33 mió. kr. Størsti parturin av hesum verður flutt fram til 2012 sum eykajáttan sambært játtanarreglunum hjá kommununi. Talan er um áleið somu upphædd sum í 2010.


Tórshavnar kommuna er ein væl rikin kommuna við góðum tænastum til borgaran. Skattaprosentið er 20,75 %, sum er lágt í mun til meðal í landinum, barnafrádrátturin er millum teir hægstu, barnaansingargjaldið er væl lægri enn lógarmarkið og allar ætlaðar íløgur annars hjá kommununi verða fíggjaðar uttan lántøku.


Heðin Mortensen


borgarstjóri