Fyri stuttum varð roknskapurin hjá Framherja almennur, og Anfinn Olsen, reiðari, hevur verið frammi og greitt frá tølunum og góða úrslitinum.
Skrivað hevur Ingolf S. Olsen
Í hesum sambandi hevur hann sagt, at reiðaríið í skattum og avgjøldum hevur rindað 35,2 milliónir krónur til landshúsarhaldið í 2015.
Tað er ikki heilt rætt, tí av teimum 18,6 milliónum krónunum, sum reiðaríið sambært roknskapinum hevur goldið í tilfeingisgjaldi, hava manningarnar goldið ein lítlan triðing – slakar seks milliónir krónur. Í roknstykkinum hjá reiðarínum eru eisini 6,8 milliónir krónur í útsettum skatti – pengar sum altso ikki eru goldnir – taldar við í skattaroknistykkið.
Tískil hevur Framherji ikki goldið góðar 35 milliónir krónur í skattum og avgjøldum, sum reiðarin hevur sagt. Sambært almennu roknskapartølunum hevur felagið hinvegin goldið:
•70 prosent av samlaða tilfeingisgjaldinum á 18.6 milliónir krónur. Tað gevur 13 milliónir krónur.
•7,1 millión krónur í partafelagsskatti.
•2,7 milliónir krónur í tilfeingsskatti.
Tað gevur tilsamans slakar 23 milliónir krónur.
Sp/f Framherji átti í 2015 uppsjóvarskipini Fagraberg og Høgaberg og flakatrolaran Akraberg, og umvegis dótturfeløg eisini línuskipini Stapan, Sigmund og Mascot.