VINNUHÚSIÐ: Aliráðstevnan 2012 verður fríggjadagin 24. februar. Yvirskriftin fyri aliráðstevnuna er, hvussu vit framhaldandi tryggja eina burðardygga føroyska alivinnu við góðum lívfrøðiligum úrslitum.
Aliráðstevnan 2012 verður fyriskipað á Hotel Føroyum fríggjadagin 24. februar frá kl. 9.00.
Tveir afturvendandi tættir eru á skránni fyri Aliráðstevnuna. Tað er meting um marknaðarútlit fyri alivinnuna fyri komandi ár og uppgerð fyri lívfrøðiligu gongdina í alivinnuni í farna ári. Tað eru ávíkavist Hans Jákup Mikkelsen frá Marine Harvest og Rúni Dam frá Avrik, sum leggja fram.
Av útlendskum gestum eru Åse Espmark og Turid Mørkøre, sum halda fyrilestur um, hvussu alifiskur skal handfarast, soleiðis at góðskan á vøruni verður tann besta.
Somuleiðis skal Frank Nielsen frá Universitetinum í Bergen, koma við einum boði uppá, hvussu arbeiðast skal fyri at minka um trupulleikan við lús.
Av føroyskum serfrøðingum kunnu vit nevna Gunnvør av Norði frá Fiskaaling og Jóhannu Olsen frá Umhvørvisstovuni, sum fara at leggja fram um hvussu aling skal tilrættaleggjast fyri at minka um ávirkanina á umhvørvi.
Somuleiðis verða Regin Arge og Øystein Paturson frá Fiskaaling, sum fara at greiða frá um ávíkavist gransking av rognkelsi í sambandi við lúsaniðurberjing og aling á streymhørðum økjum.
Dagurin endar við, at Lena Leivsdóttir, sum starvast á Hordafor í Danmark, leggur fram um hagreiðing og nýtslu av restrávøru frá alivinnuni og Rúni Dam frá Avrik, leggur fram bestu úrslitini frá alivinnuni.** Um kvøldið verður veitsla fyri luttakararnar á aliráðstevnuni, við maka.