Framgongd í PISA, men framvegis aftanfyri hini Norðurlondini

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, legði á tíðindafundi í morgun úrslitini frá PISA kanningini 2012 fram. Samstundis vórðu PISA - úrslitini almannakunngjørd kring allan heimin í teimum 66 londunum og búskapunum, sum hava verið við í kanningini.


PISA er ein altjóða OECD kanning, sum hevur verið gjørd 3. hvørt ár síðani 2000. Føroyar hava luttikið í 2006, 2009 og 2012.


Endamálið við PISA kanningunum er at máta, hvat 15 ára gomul hava lært av tí, tey hava tørv á at duga fyri at klára seg seinni innan útbúgving, arbeiði og í familju- og samfelagslívi.


Høvuðsniðurstøðurnar í føroysku PISA kanningini hesaferð eru:


 Vit hava framgongd í PISA úrslitunum frá 2006 til 2012, men vit eru framvegis aftanfyri hini Norðurlondini


 Av londum í PISA 2012 eru vit í niðasta triðinginum í øllum fakøkjum, sum eru støddfrøði, lesing og náttúrulærugreinar


 Lutfalsliga stórur partur av okkara næmingunum fáa færri stig enn tað, sum PISA hevur sett sum mark fyri nøktandi førleika


 Sera fáir av okkara næmingum hava sera góðan førleika


Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur um úrslitið:


“Eg eri fegin um, at vit sum tað einasta norðurlandið hava framgongd á øllum økjum. Nógv átøk eru sett í verk í fólkaskúlanum síðani fyrstu PISA kanningina, og vit fáa nú fyrstu ábendingarnar um, at tað gongur rætta vegin. Tað hevur tí stóran týdning, at allir partar, sum varða av fólkaskúlanum halda á fram við at menna okkara fólkaskúla”.


Nú feskastu PISA-úrslitini fyriliggja fer Mentamálaráðið beinanvegin:


- Saman við skúlaleiðarum at viðgera PISA - úrslitini og at umrøða møgulig átøk í skúlunum. Fundur verður í næstu viku


- At heita á Fólkaskúlaráðið um at gera tilmæli í sambandi við nýggjastu PISA – úrslitini


- At styrkja uppfylgingina og eftirmetingina av átøkunum, sum longu eru sett í verk