Frælsisvónin

1. Fíggjarligt frælsi


2. Kapitalisering av blokkinum


3. Peningurin er best umsitin av lønmóttakaranum sjálvum


Omanfyri standani úttalilsir eru ikki gomul hugtøk og valagn, men Frælissvónin hjá Fólkaflokkinum.


“Man har et standpungt til man tager et nyt”, segði m.a. ein kendur danskur statsministari. Hetta hevur Fólkaflokkurin so sanniliga tikið til sín, men hvussu oftani kann hesin flokkur loyva sær at hóreiggja sær, sum hann gerð?


Hendan samgongan, hevur við Fólkaflokkspolitikki sínum, víst, at veljarin á ongan hátt kann trúgva teimum, sum hava fingið atkvøður teirra, tí onki av høvuðspunktum Fólkaflokksins eru yvirhildin.


Pkt. nr. 2 kom ikki við í samgonguskjali hesuferð, men harafturímóti gekk hesin flokkur beint ímóti áður brúkta herrópi teirra, og lat Sambandsflokkin lova at fáa til vega kr. 200 mill. frá dønum. Sjálvsagt uttan at spyrja danir um teir høvdu umstøður, at taka lut í føroyska dansinum um gullkálvin enn einaferð.


Danir vístu tíbetur samgonguni andstygd sína, og bjóðaðu teimum kr 8 mill., og vónaðu sjálvsagt, at hesir vóru so mikið at sær komnir, at teir takkaðu nei, men úrsliti kenna vit.


Teir hava ikki fingið blokkin teir fóru eftir, og sum teir fyrr vildu sleppa undan, og teir hava tikið grundarlagi undan okkara uppsparing, samstundis sum teir hava slept lovorðunum um, at peningurin er best umsitin hjá lønmóttakaranum.


Tað er sera trupult at viðgera álvarsmál í Føroyum uttan at koma persónum ov nær, men eg loyvi mær at biðja øll, sum blíva nevnd við navni ella yrki, um at taka tað, eg skrivi, sum eina roynd at hjálpa til at fáa umrøtt føroysk viðurskiftir á ein álvarsaman og sakligan hátt.


– Eg ynski ikki at persónsforfylgja nøkrum, men nakrir persónar hava eftir míni uppfatan tíverri misskilt teirra álit frá veljarunum. Tað loyvi eg mær at viðmerkja.


Í hesum sambandi loyvi eg mær at endurgeva nakað av tí, sum John Rødgaard og viðmerkjari hansara, siga um løgmann og hansara samgongu:


John R.:


Du er i gang med at stjæle vores efterkommeres reserve kapital, men du gør intet for at kompensere for det. Som du da ellers blev tilrådet. Eller glemte vismanden at sige det?


Den reservekapital, som Kaj Leo for tiden brænder af med mindst 265.000.000 kr. om året, ville under danske forhold svare til en mindskning af fondene med ca. 29.000.000.000 kr. om året! Så efter ca. 50 år ville fondene være tømt.


Hos os taler vi vist om betydeligt færre år. Måske 15-20 år.


Så hvem kan dog vække Kaj Leo og få ham ud af de der storhedsdrømme?


Viðm. frá Niels U.D til grein hjá John R.:


Well Kaj Leo, vælferðarsamfelagið er tað, sum skilur okkum frá teimum samfeløgunum, ið vit ikki vilja líkjast. Góði set teg inn í hvat tú gert, og royn at lurta eftir fólki, ið vilja menniskjum væl, tí Kaj Leo, tú ert hvørki óndur ella fanansaktigur innast inni. Tú hevur bara verið í ringum selskapi, og fyri at fáa teg á leið aftur, so er neyðugt, at tú kemur úr tí óndu ringrásini.


John Rødgaard leggur afturat:


Samgongan er da et ynkeligt syn: Lagmanden har løjet og bedraget og har meninger, som vinden blæser. Sambandsflokken og Miðflokken er mest hyklere, som påstår at mene ét og så gør noget andet! Hvad Sjálvstýrisflokken mener, er der ingen, der ved. Formålet med den er vel bare at give Kári P. en fed bistandshjælp.


De eneste man kan have respekt for, er Folkeflokken! Jørgen Niclasen er åbenbart chefstrateg for hele samgongan. Godt klaret af en mand, der har opbakning fra færre end 400 mennesker i hele landet! Han har fået sin magt ved at dolke Annika Olsen i ryggen og derefter misbruge hendes knap 2.000 stemmer. Vi kan vist godt gå ud fra, at de mennesker, der så deres stemmer gå fra en åbenbart postiv person (hvad laver Annika dog i det parti??) til grådig rage-til-sig politik, tænker sig bedre om næste gang.


Ja, Jørgin er ein revur – Tað tekst ikki frá honum, og eg trúgvi tíverri at hann er stoltur av tí. – Hann hevur ikki havt stundir at áleggja sær sjálvum somu treytir, sum neyðugt var at áleggja øllum øðrum. Hvar er marki ímillum menniskja og ódjór ?


Seinasta útmeldingin frá virðismetingunum av Føroyum, siga heilt klárt, at vit nú eru vorðin meira knýtt at Danmark aftur fíggjarliga. Hetta kann ikki skiljast øðrvísi enn, at vit nú hava tikið trygdargrundarlagi undan okkum sjálvum, og tí hava vit læst okkum fæstan at móður Danmark. Hetta prógvar niðurstøðan hjá John Rødgaard eisini.


Skal eg síggja nakra skilagóða meining í gerðunum hjá Samgonguni, viðvíkjandi skatting av eftirlønunum, so er tað, at lønmóttakarin ikki so lætt kann misbrúka uppsparingina, men samstundis so tekur henda hugsan grundarlagi undan Fólkaflokkshugsanini, og á henda hátt hevur flokkurin gjørt sjálvmorð, sum seinasta veljarakanningin tíbetur eisini vísir.


Mín viðmerking til Kringvarp Føroya


Tit hava víst í verki at Dagur og Vika ikki er neyðugt í núverandi líki. Fríggjadagssendingin er góð. Eg skjóti upp at hendan kemur at halda fram, og at ein sera stutt UP-date sending kemur hinar dagarnar við aktuellum føroyskum tíðindum.


Men tað, sum ikki er sørt ørkimlandi er, at vertindan í seinastu fríggjadags sending spurdi gestin, sum ikki kláraði seg sjálvan, um hví hon ikki bara fór til Danmarkar at búgva.


Tíverri er tað so náttúrligt fyri okkum føroyingar at hugsa eins og verturin í almenna kringvarpinum, at tey flestu gera, sum verturin loyvdi sær at spyrja. Hetta er óhugnaligt og óverdugt, men politiska skipan okkara ger sær framvegis dælt av hesum.


Í skrivandi løtu hoyri eg endursendingar frá teimum 4 har m.a. núverandi Biskupur, sum m.a. nevndi, at hann ongantíð roknaði við at blíva pávi, tosaði um andsevni, tolsemi, fordøming, og at hann var liðugur á víðvøllinum. – Kanska er tað seinasta tað, sum hevur givið Sjálvstýrisflokkinum mønustingin 


Takk fyri hesar endursendingarnar.


Tað er júst tá truplast er, at vit skulu vísa okkara andsevni.


Finn Nørbygaard sigur í terapibók síni, at vit hava gott av at minnast á hvussu børnini uppføra seg. Hann biður okkum m.a. leggja merki til hvussu eitt barn vísir síni følilsir og tørv:


Nu vil jeg have mad


Nu vil jeg have knus


Nu vil jeg være i fred


Nu er jeg vred


Men um vit gloyma hetta, so mugu vit fara í terapi. Eg havi valt at blíva illur áðrenn eg noyðist í terapi. Tað sama vóni eg, at aðrir føroyingar gera, tí vit kunnu ikki góðtaka, at samfelag okkara enn einaferð blívur sorlað av ”grådig rage-til-sig politik”


Ikki meira frá mær hesuferð, tí eg meti, at tey, sum hava lagt merki til mínar meiningar kenna seg aftur í tí, sum her verður gjørt vart við. Sjálvt um eg inntil d.d., ikki havi fingið bonus fyri at royna at gera væl, dugi eg illa at síggja meiningina í at liva, um ikki tað blívur gjørt.


- Tí eri eg illur inn á maktmissnýðsluna og Jantelógina, sum so sera væl blívur umsitin í Føroyum saman við høpusleysum Landspolitikki.


Gott summar til Føroya fólk, við vón um, at Løgmaður heldur sína seinastu løgmansrøðu á Ólavsvøku 2012 til gagn fyri hann, og allar føroyingar, og at vit fáa eina samgongu, við ella uttan nývali, sum leggur á annan bógv, har veljarin kennir seg aftur. 


- Vit hava møguleika fyri at fáa eitt samfelag har allir borgararnir hava møguleika fyri einum virðiligum lívi, og ikki :


Skal gullkálvur røkjast, má ferðin jú økjast


hóast onkur um káll farin er


so skulu vit dragsa tey, lata tey nassa


- nei, so missur dansurin ferð


tú spyrt hvat ið skett er, tað er muran ið grettir


til - í-erva - bilettir ella nervatablettir


tað styrkir balansin so aftur í dansin


og fótur á speedara er


- og nú má jú sparast so betur kann lærast


:,: At dansa um gullkálvin dag eftir dag :,:


kom uppí, ongin tíð, er at spyrja um hví


vit dans um gullkálvin til æviga tíð


Eli Elttør


Juli 2012