Fráboðanir frá Horizon 2020 um Covid-19

Í sambandi við Corona farsóttina hevur ES kommissiónin sett í verk tiltøk og útsett freistir, so at øll hava møguleika at arbeiða við verkætlanum, sum eru í gongd og at fyrireika nýggjar umsóknir, hóast alt Evropa arbeiðir undir sera óvanligum umstøðum í løtuni. 

Fleiri fundir eru útsettir ella verða avgreiddir umvegis netið. T.d. verður árliga kunningartiltakið hjá Bio-Based Industries, BBI-JU tann 22. apríl einans stroymt á netinum. Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum ætla at søkja útboðini í 2020. Serligt meklaraátak verður í sambandi við fundin og eisini hetta verður í ár avgreitt á netinum. 

Les meira um tiltakið hjá BBI-JU her

Á Funding & Tenders Portalinum hjá Horizon 2020 verða spurningar um freistir og onnur viðkomandi viðurskifti svaraðir í FAQ. Síðan har spurningar verða svaraðir, verður javnan dagførd, umframt at Horizon 2020 kunnar um síni tiltøk.

Les meira á F&T Portalinum, FAQ her

Tey, sum fylgja gongdini við at basa Covid-19, kunnu eisini kaga inn á síðuna hjá European Research Council, ERC. Tað verður uttan iva slóðbrótandi gransking, sum fer at loysa avbjóðingina við Corona farsóttini. ERC kunnar um gongdina og skapar umstøður fyri framúrskarandi gransking.

Vitja ERC her

Eru ivamál um Horizon 2020 luttøkuna ber til at seta seg í samband við Granskingarráðið.