Fótbóltsvøllur í Hoyvík, verður á fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu í 2012

Vit eru nú øll samd um í býráðssamgonguni hjá Tórshavnar kommunu, at tað er neyðugt at fáa ein fótbóltsvøll til Hoyvíkar. Hetta var avgjørt á samgongufundi herfyri og 2 milliónir er avsettar fyri fíggjarárið 2012 og 2 milliónir í 2013.


Vit eru eisini samd um í býráðssamgonguni , at fyrsta stigið er, at fáa staðsetingin av fótbóltsvøllurin endaliga ígjøgnum. Fyri mítt viðkomandi er tað líka mikið, hvar plaseringin av fótbóltsvøllinum í Hoyvík verður. Um tað verður í Dalinum Langa, við skúlan við Løgmannabreyt ella onkra aðrastaðni er líka mikið.


Tað sum er umráðandi er, at vøllurin verður gjørdur og at vøllurin lýkur øll FIFA krøv. Vit nú eru samd um í býráðssamgonguni, at hetta arbeiði skal gerast. Ein má siga, at tað hevur verði neyðugt, at kjakast innanhýsis í samgonguni, fyri at finna tað røttu politisku loysnina. Tí vit eru øll samd um, at tørvurin er stórur fyri hesum fótbóltsvølli til tey umleið 4000 fólkini sum búgva í Hoyvík.


Vh.


Levi Mørk, býráðslimur