Forvitnislig fiskivinnustevna

Havstovan skipar fyri ráðstevnu tann 31. januar á Hotel Føroyum undir yvirskriftini “Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar”. Á ráðstevnuni fara granskarar á Havstovuni og umboð fyri vinnuna at hava framløgur um støðuna og útlitini fyri eini burðardyggari føroyskari fiskivinnu.

Sjóneykan verður sett á, hvusssu treytirnar í føroyskari fiskivinnu eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting laga seg til broytingarnar. Ráðstevnan savnar eina breiða umboðan frá vinnuni, granskingarumhvørvinum umframt politisku skipanini til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna. 

Á fiskivinnustevnuni í ár vera heili 17 framløgur um pelagiska fiskiskapin, botnfiskin undir Føroyum og altjóða krøv til burðardygga fiskiveiðu. Eitt nú fer Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip, at greiða frá útlitunum fyri strandalandasemjum um veiðuna eftir uppisjóvarfiski og umboð fyri Havstovuna fer at lýsa støðuna og útlitini fyri pelagisku fiskastovnarnar. Eisini fara umboð fyri Havstovuna at lýsa støðuna hjá botnfiskastovnum undir Føroyum, og fleiri umboð fyri fiskivinnuna fara at lýsa marknaðarstøðuna og útlitini fyri ymsu botnfiskasløgini. 

Fiskivinnan hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at skjalfesta føroyska fiskiveiðu sum burðardygga. Eitt nú hevur hetta verið gjørt eftir standardinum hjá Marine Stewardship Council (MSC). Í fjør tók føroyska fiskivinnan enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovnaði felagið FISF til at røkja hesi áhugamálini og fremja hetta týdningarmikla virksemi. Fiskiveiðan eftir fleiri fiskasløgum er longu góðkend av MSC sum burðardygg, og arbeitt verður við at fáa fiskiveiðuna eftir enn fleiri fiskasløgum góðkenda. Umboð fyri FISF, MSC og DNV hava á ráðstevnuni framløgur um altjóða krøvini til burðardygga fiskiveiðu. Eisini kemur Ana Holden-Peters frá Burðardygt Vinnulív at hugleiða um, hvussu burðardyggur fiskiskapur sampakkar við heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum um ein burðardyggan heim í 2030. 

Skráin er her

Tilmelding fer fram á www.advent.fo/projects.