Føroyskur tari skal hava vistfrøðiliga góðkenning

Landsstýrið skjýtur upp at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, til vistfrøðiliga merking av tara og taravørum 

“Besta prísin fær bert tarin, sum hevur vistfrøðiliga merking, og tað hevur tí alstóran týdning fyri føroysku alifyritøkurnar at tær kunnu fáa hesa góðkenning í Føroyum”, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er lagt fram. 

Altjóða áhugin fyri at nýta tara til matna og taraúrdráttir til ymsar hágóðskuvørur er skjótt vaksandi, umstøðurnar at ala tara í Føroyum eru avbera góðar og áhugi er fyri at keypa føroyskan tara í stórum nøgdum fyri góðan prís. 

Alilógin bleiv í 2018 broytt so at taraloyvi kundu latast. “Fyritøkurnar, sum ala tara, hava higartil framleitt á royndarøkjum, men nú fyrstu taraloyvini eru latin, hava fyritøkurnar fingið tryggari karmar og møguleika fyri at vaksa um framleiðsluna. Tí hevur tað stóran skund eisini at fáa vistfrøðiligu góðkenningina upp á pláss, so at tarin og vørur við tara kunnu verða seldar fyri besta prísin,” sigur Helgi Abrahamsen.  

Landsstýrið raðfestir í fíggjarlógaruppskotinum at hækka játtanina til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum í 2021 fer undir at fáa skipan í lag til vistfrøðiliga merking av tara og taravørum, sum verður góðkend í ES og USA.