Føroyskur landabásur á oljumessu í Aberdeen

Í dag lata dyrnar upp til Offshore Europe 2015. Føroyski landabásurin stendur tá klárur at taka ímóti vitjandi og verður í fýra dagar staðið, har luttakarnir hitta kundar og samstarvsfelagar. 

Luttakandi fyritøkurnar á føroyska básinum eru Pam Offshore Services, Atlantic Supply Base, Atlantic Airways, Føroya Tele, Runavíkar Havn, Vágs Havn og Tórshavnar Havn. Harafturat luttaka eisini Jarðfeingið og Føroya Oljuídnaðarbólkur á básinum.

Oljuvinnufelagið samskipar føroyska landabásin.