Føroyskur dansur tikin upp í skránna Livandi mentan

“Dans i en røgstue på Færøerne” eftir Axel Emil Krause, 1905. Oljumálningur á lørifti, 191 x 315 cm.
Ogn hjá Det Nationalhistoriske Museum á Frederiksborg Slot. Mynd: Hans Petersen


Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur søkt um at fáa føroyska dansin tiknan upp í skránna yvir livandi siðaarv í Føroyum.

Skráin Livandi mentan er ein skrá, ið savnar og miðlar dømi um siðaarv í Føroyum. Skráin varð sett á stovn í sambandi við, at Føroyar hava tikið undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi.

ndamálið við sáttmálanum er at lata upp fyri, at fólk í øllum heiminum kunnu seta orð á sín egna siðaarv, og á tann hátt tryggja, at siðaarvurin ikki verður gloymdur, men kann verða førdur víðari til komandi ættarlið. Við at taka undir við UNESCO sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfelagnum, at vitanin um siðaarvin verður varðveitt, og at útbúgving og gransking verður framd á økinum.

“Føroyski dansur er millum tað virðismiklasta vit eiga í føroyskari mentan, og tað er alt um at gera, at føroyskur dansur eisini verður ein livandi partur av lívinum hjá komandi ættarliðum. Gera vit einki, og lata vit standa til, so er stórur vandi fyri, at føroyski dansurin fánar so líðandi burtur, tí tey ungu ættarliðini ikki taka hann til sín,” sigur Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring.

Siðaarvur fevnir um eitt nú siðvenjur, ímyndir, vitan, tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm. Siðaarvur sum  samfeløg, bólkar og einstaklingar viðurkenna sum part av sínum mentanararvi kunnu koma uppí í skránna.

Einans siðaarvur, sum er í tráð við galdandi mannarættindi og ber í sær virðing millum samfeløg, bólkar og einstaklingar, og sum fremur burðardygga menning, kann sambært UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi verða tikin við skránna.

Fyrsta evnið, ið var tikið upp á skránna, var “Føroyski báturin - siðir og brúk”, og nú verður “føroyski dansurin” tikin upp í skránna. Endamálið við skránni er at breiða út vitan og økja um áhugan fyri siðaarvinum og vísa á tað ríkidømi og margfeldi av siðaarvi, ið er í Føroyum.

“Sláið Ring søkir um at fáa føroyskan dans tiknan upp í skránni, tí vit síggja tað sum eitt høvi til at varpa ljós føroyskan dans og eitt amboð, ið kann vera við til at tryggja føroyskum dansi livilíkindi,” sigur Gunnar Restorff.

“Upptøka í føroysku skránna Livandi mentan er eitt stig á vegnum, men føroyskur dansur er einastandandi, eisini í alheims høpi, og Sláið Ring fer tí at virka fyri, at føroyskur dansur kann verða tikin upp á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini.”

Føroyar tóku undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi 1. oktober 2018. Á heimasíðuni www.livandimentan.fo er kunning um skránna og oyðublað, har ið søkjast kann um at fáa evni tikið upp í skránna. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur lagt sáttmálan um verju av siðaarvi til Tjóðsavnið at umsita, og arbeitt verður nú við at flyta skránna og heimasíðuna til Tjóðsavnið.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

6. november 2020