Føroyskir sniðgevar í París

Áhugin var stórur, tá Guðrun & Guðrun, Shisabrand, Steinum og Navia í felag skipaðu fyri forkunnugum tiltøkum um ull, binding og sniðgeving í París í vikuskiftinum, 25., 26., og 27. februar 2022.

Á tiltøkunum greiddu umboð fyri Guðrun & Guðrun, Shisabrand, Steinum og Navia frá sínum virksemi og um týdningin av ullini sum burðardygt tilfar. Framløgur, spurningar og svar vórðu tulkað millum føroyskt og franskt til stóra gleði fyri teir mongu áhoyrararnar, sum brúktu høvið at vitja forkunnugu tiltøkini. Heimildarfilmurin “The Wool Islands” var eisini frumsýndur á tiltøkunum við fronskum undirtekstum. Filmurin er ein lýsing av ull og binding í fortíð og nútíð og av týdninginum av burðardygd í klædnaframleiðsluni.

Tógv og stokkar vóru til taks, so luttakararnir sjálvir kundu royna at binda, og sniðgevarnir sýndu eisini bundin pløgg fram.

Eins og undanfarnu films- og bókmentatiltøkini vórðu tiltøkini hildin í framsýningarhølunum Le Bicolore í La Maison du Danemark á Champs-Élysées, har føroyska listaframsýningin ”Un éclat de soleil” verður sýnd fram til 13. mars.

Tiltakið við føroyskari ull og sniðgeving var síðsti partur av mentanarátakinum Føroyar í París 2022. Listaframsýningin heldur tó fram til 13. mars, tá boðið verður til “finissage”. Meira kunning um átakið er at finna (á fronskum) á www.lebicolore.dk.

Føroyar í París í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands. Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist, bókmentir, tónleik, film og sniðgeving í París í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum.