Føroyskir krígsveteranar eiga ikki at detta niður ímillum
Føroyskir krígsveteranar skulu hava somu hjálp sum danskir krígsveteranar. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi um føroyskar krígsveteranar, sum Annika Olsen, tinglimur Fólkafloksins, hevur sett honum.
-Mær vitandi fáa føroyskir veteranar hjálp á jøvnum føti við aðrar veteranar í ríkinum. Men okkurt bendir á, at fjarstøðan kann hava við sær, at føroyskir krígsveteranar kunnu detta burtur niður ímillum, tá danska Veteransentrið ikki hevur samstarvsavtalur við føroyskar myndugleikar á sama hátt, sum tað hevur við fleiri danskar kommunur, svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað.
Tað harmar løgmann, at føroyskir krígsveteranar ikki kenna seg virðismettar í Føroyum.
-At vera herfólk er uttan iva eitt hitt vandamiklasta almenna starvið, ið er til. Stórur vandi er fyri likamligum og sálarligum avbjóðingum í hesum starvi. Nýggj kanning vísir, at eisini føroyskir krígsveteranar hava avbjóðingar og sálarligt órógv eftir tíðina á hermótum. Sjálvur havi eg stóra virðing fyri okkara krígsveteranum, og eg haldi, at vit sum land og fólk eiga at hava stóra virðing fyri teirra avriki, vísir løgmaður millum annað á.