Føroyskir borðtennisleikarar til Danmarkar í vikuskiftinum

Fríggjadagin fara føroyskir borðtennisleikarar til Danmarkar at taka lut í kapping í Roskilde. 

Talan er um vælskipaða kapping, ið hevur nógv ár á baki, og har eisini útlendskir leikarar  leita sær til.
 
Eldru leikararnir knýttir at A-landsliðshópinum fara við, og harumframt fara einir 10-12 ungdómsleikarar í aldrinum 9-14 ár eisini við. Borðtennissamband Føroya hevur júst sett Pætur Albinus sum ungdómsmennara og danan Simon Nykjær-Fisher sum A-landsliðvenjara og verður hetta fyrsta høvið hjá teimum at síggja sínar leikarar í dysti uttanlands, og fer hetta helst at geva íblástur til menningarætlanirnar framyvir.
 
Vit ynskja leikarunum og venjarum teirra góða eydnu.

Borðtennissamband Føroya