Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú í nøkur ár samskipað føroyska landabásin. Á landabásinum luttaka føroyskir fiskavøruútflytarar, og er messan eitt høvi hjá teimum at hitta verandi og nýggjar kundar.
Útboðstilfarið til føroyska landabásin kann síggjast
her. Kunningarfundur verður fyri teimum fyritøkum, sum eru áhugaðar í útboðnum, nú fríggjadagin 14. juni kl. 13.00 í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.