Føroyski laksurin - rognframleiðsla og kynbótaarbeiði

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sent ein skrivligan fyrispurning til Poul Michelsen, landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum um tann føroyska laksin 

Tíðindaskriv: 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sent ein skrivligan fyrispurning (eftir § 52a) til Poul Michelsen, landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum um tann føroyska laksin, herundir um rognframleiðslu og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni. 

Magnus Rasmussen heitir á landsstýrismannin um at greiða nærri frá:

1.    Hvønn týdning hevur rognframleiðsla og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni? 
2.    Hvør  er ætlanin hjá landsstýrismanninum við tí føroyska laksinum - lívfiskinum?
3.    Á hvønn hátt fer landsstýrismaðurin at fremja ætlanina - hvussu verður ætlanin skipað?
4.    Nær fer landsstýrismaðurin at fremja ætlanina - ein arbeiðs- og tíðarætlan?

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, at málið um føroyska laksin - lívfiskin - hevur veruliga tikið seg upp aftur seinastu tíðina. 

Spurningurin um at taka upp aftur rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði, sum er grundað á føroyska laksastammuna er aftur settur á breddan. 

Landsstýrismaðurin hevur eisini givið hesum máli stóran ans og hevur boðað frá, at ein góð loysn skal fáast á hesum týdningarmikla máli. Sum eg havi skilt tað, so ynskir landsstýris¬maðurin at bera so í bandi, at rognaframleiðsla og kynbótaarbeiði við føroysku laksa¬stammuni verður tikið upp aftur.

Støðan í dag er, at nakrir túsund av teimum seinastu laksunum av føroysku laksastammuni svimja í tveimum aliringum á Skálafjørðinum. 

Magnus Rasmussen heldur, at landsstýrismaðurin hevur eitt stutt skotbrá at leggja eina ætlan og finna eina loysn í hesum málinum, tí laksarnir á Skálafjørðinum verða slaktaðir longu einaferð í 2017.