Einaferð um árið er meginparturin av ali- og fiskivinnuni í heiminum savnað á heimsins størstu fiskivinnumessu í Brússel European Seafood Exposition (ESE). Átjan fyritøkur úr Føroyum tóku lut á messuni, sum hevur umleið 24.000 vitjandi.
Í ár lat European Seafood Exposition dyrnar upp fyri tjúgundu ferð, og føroyingar hava luttikið á hvørjum ári síðan 1993. Føroyar eiga tí søgulig rættindi til at liggja í bestu høllini á ESE saman við m.a. Noregi, Fraklandi og Danmark. ESE hevur ikki færri enn seks stórar hallir, sum verða nýttar til framsýningar, og tí hevur plaseringin hjá føroyska básinum sera stóran týdning.
Tilsamans átjan føroyskar fyritøkur luttóku á føroyska básinum í døgunum 24. - 26. apríl. Tað er Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, ið stendur fyri føroyska landabásinum í samstarvi við Vinnuhúsið. Løgmaður vitjaði eisini føroyska landabásin í ár, har hann fekk høvi at práta við fleiri av fyritøkunum um teirra virksemi.
ESE er eitt gott høvi fyri fyritøkur at møta øllum sínum kundum á einum stað umframt at marknaðarføra seg mótvegis nýggjum kundum. Harumframt er hetta eitt gott høvi at síggja, hvussu fyritøkur í øðrum londum skipa sítt virksemi.