Føroysk ráðgeving á sætta sinni

Aftur í ár gevur Ráðgevarafelagið, sum er felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni, blaðið “Føroysk Ráðgeving” út. Blaðið er 27 síður til longdar.

Í ritinum eru m.a. greinar um burðardygga bygging, og m.a. hvussu bygningskunngerðin frá 2017 hevur økt um tilvitið um burðardygd í vinnuni og hjá byggiharrum. Somuleiðis eru greinar um hvussu burðardygg bygging veðrur framd í verki. 

Eisini er í blaðnum ein grein um hagtølini, sum Ráðgevarafelagið heintar inn frá limunum á hvørjum árið, sum m.a. vísir umsetningin hjá vinnugreinini. 

Burðardygd hevur verið á skrá seinnu árini. Týdningurin av byrðardygd í samband við byggivirksemi er natúrligur partur av hesum kjaki og sær Ráðgevarafelagið tað sum ein part av sínum endamáli at seta fokus á burðardygd 

Formaðurin í Ráðgevarafelagnum, Klæmint Eliasen, vísir m.a. á í leiðaranum til blaðið:  - At tað er vorðið flestum okkara her um leiðir greitt, at oyðandi menniskjanslig árin á náttúruna vegna dálking og ovurnýtslu er eitt álvarsmál, sum við vissu fer at fáa álvarsamar avleiðingar fyri komandi ættarlið, um onki munagott verður gjørt nú. 

Góða gongdin í samfelagnum seinastu árini sæst eisini aftur í ráðgevaravinnuni. Í 2012 veitti vinnugreinin landi, kommunum og tí privata tænastur fyri 81 mió. kr. Í 2020 fór samlaði umsetningurin upp um 200 mio. krónur. 

Nýggja ársritið hjá Ráðgevarafelagnum verður sent viðkomandi viðskiftafólkum við postinum og sæst eisini her í teldutøkari útgávu. Grafikmaster hjá Kára við Rættará hevur sett upp og umbrotið, og skrivað og ritstjórnað hevur Óluva Zachariasen, journalistur. 

Leinkja til blaðið