Føroysk filmsframleiðsla má fáa góðar sømdir og afturbering

- ein málrættað ætlan má gerast

Ferðavinnan, umframt  KOKS og matstovuvinnan, og tann meira offensiva marknaðarføringin, sum er farin fram í hesu nýkomnu tænastuvinnu, hevur veruliga sett Føroyar á heimskortið.

Vit skulu vera erpin av, at vit hava fólk, sum veruliga vilja menna ferðavinnuna, tí vit koma at fáa tað fleirfaldað aftur i virksemi og avkasti, so tað vinnuliga beinið, sum vit hava eftirlýst i mong ár, er veruleiki og vit eiga at duga at dyrka tað og gagnýta hendan møguleikan til fulnar.

Seinastu árini er eisini filmsvinna og filmsframleiðsla vorðin alt meira vanlig og Føroyar eru eisini her komnar á heimskortið, bæði við seinasta James Bond filminum og nú aftur við TROM, sum vit frá landsins síðu tíbetur funnu saman um at stuðla við 4 mió. kr.

Vit eru ivalyest mong sum i spenningi bíða eftir 13. februar, tá Viaplay fer at senda fimsrøðina TROM  og eg las herfyri, at BBC eisini hevur keypt rættindini at vísa hana. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu stórt Spin-off verður av hesum (ringvirkningar av ymiskum slag).

Ein onnur filmsrøð, sum eisini verður víst á Viaplay er Blacklist, og tá eg hugdi eftir 9. parti av 9 røðum, so vórðu Føroyar eisini positivt nevndar i hesari røðini - tað haldi eg er sera áhugavert.

So hóast ein prikkur á heimskortinum i Norðuratlantshavi, so eru vit eftirhondini heimskend - vit fáa í løtuni altjóða branding, sum vil nakað.

Fyri at venda aftur til filmsvinnuna, so skulu vit taka hana í fullum álvara og geva henni bestu sømdir at virka undir, so vit eisini her kunnu fáa nýggj arbeiðspláss og eina sera kreativað og áhugaverdað vinnu, sum eisini setur okkum á heimskortið og kann vera við til at skapa stórar inntøkur og ringvirkningar fyri okkara land og búskap.

Vit mugu seta greitt út i kortið, hvussu vit vilja hava hesa vinnu mentað og hvussu vit vilja viðvirka til, at Føroyar gerast áhugaverdar fyri filmsframleiðslumarknaðin.

Vit hava tørv á fleiri vinnubeinum at standa á í føroyska búskapinum, og her kunnu upplivingarvinnur vísa okkum á nýggjar vinnuvegir.

Vinnumøguleikarnir eru óendaligir, men tað er upp til okkum sjálvi at seta mál og leggja eina strategiætlan, herundir leiða, planleggja, organisera og stýra, soleiðis at hetta kann gagnnýtast og gerst veruleiki.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin