Í dag varð Martin V. Heinesen valdur sum limur í landgrunsnevnd ST (Commission on the Limits of the Continental Shelf) í eitt fimm ára skeið. Hann var uppstillaður sum valevni fyri Kongsríki Danmarkar við stuðuli frá øllum Norðurlondunum.
Landgrunsnevndin varð sett á stovn við støði í havrættarsáttmála ST. Uppgávan hjá nevndini er at viðgera landgrunskrøv hjá strandalondum og gera tilmæli um teirra landgrunsmørk uttan fyri 200 fjórðingar. Landgrunsnevndin hevur sæti í New York og arbeiðir har millum 21 og 26 vikur um árið. Teir 21 limirnir í landgrunsnevndini eru serfrøðingar í jarðfrøði, jarðalisfrøði og hydrografi. Teir verða valdir úr ymsum heimspørtum fyri at tryggja eina geografiska javnvág.
Martin er 58 ára gamalur. Hann hevur starvast sum leiðari á Jarðfrøðisavninum, og í 1990-árunum var hann limur í Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins og stjóri á Oljufyrisitingini, og hann var limur í nevndini, sum samráddist við Bretland um landgrunsmarkið. Síðan 2003 hevur Martin verið leiðari fyri landgrunsverkætlanini, sum fyrireikaði landgrunskrøvini út um 200 fjórðingar norðan og sunnan fyri Føroyar. Hesi vórðu latin ST í ávikavist apríl 2009 og desember 2010.
Landsstýrið kann saman við øllum londum, ið hava stuðlað Martini V. Heinesen við at velja hann í hesa týdningarmiklu nevnd, frøast um, at hollu royndir og eldhugi hansara nú eisini kunnu koma arbeiðinum hjá landgrunsnevnd ST til góðar.