Føroyingar vilja framvegis hava brøv

Tíðindaskriv:


Í hesum sonevnda pappírleysa samfelagnum, eru ikki øll, sum vilja av við brøv og tey pappír, sum tey innihalda. Ein nýggj meiningakanning hjá Gallup Føroyar vísir, at sløk 60 prosent av føroyingum framvegis ynskja, at rokningar fyri vørur og tænastur skulu sendast teimum við brævi.


Posta hevur leingi havt varhugan av, at tað framvegis er ein rættiliga stórur partur av føroyingum, sum vil varðveita brævið sum miðil, men ongar føroyskar kanningar hava verið tøkar. Og nú nýggja kanningin hjá Gallup er gjørd, hevur Posta so fingið váttað, at so er. Kanningar í okkara grannalondum vísa, at brøv framvegis eru høgt í metum hjá nógvum fólkum, og tí var úrslitið hjá Gallup ikki óvæntað.


59 prosent av spurdu føroyingunum í kanningini siga, at tey framvegis vilja hava rokningar fyri vørur og tænastur við posti, meðan 31 prosent siga seg vilja hava hesar upplýsingar við telduposti. Bert 4 prosent siga, at tey vilja hava eina skipan á internetinum, har tey heinta hesar upplýsingar við brúkaranavni og loyniorði.