Føroyingar í kríggi

- Ein frásøgn av hermótinum í Afghanistan.


Tað verður ofta sagt, at ”føroyingar finnur tú allastaðni”. Og rætt er tað, at føroyingar eru spjaddir út um allan jarðarknøttin. Eisini í ófriðarliga Afghanistan, sum hevur so lítið til felags við Føroyar, finnast føroyingar.


Eins og flestu aðrir føroyingar hevði journalisturin Georg L. Petersen bert hoyrt um og sæð Afghanistan í fjølmiðlunum. Men hann hevði eisini hoyrt um føroyingar, sum vóru í kríggi í hesum fjarskotna landinum.


Í januar 2010 birtist hugskotið um at fara til Afghanistan sum journalistur at lýsa kríggið við føroyskum eygum. Og í oktober sama árið settu Georg L. Petersen av Dimmalætting og Herluf Sørensen úr Kringvarpinum fyri fyrstu ferð fótin á afghanska jørð.


”Føroyingar í kríggi” lýsir tilveruna hjá føroyska hermanninum John Fornagarð í Afghanistan – hvat fekk hann at fara, hvat hann hugsar um, og ikki minst hvat hann hevur upplivað.


Bókin lýsir eisini viðurskiftini í einum landi, sum seinastu mongu árini hevur verið herjað av kríggi og ófriði, og sum í dag er eitt av heimsins mest tilafturskomnu londum. Í bókini verður tosað við valdshavarar í Afghanistan eins væl og við kvinnur, sum stríðast fyri teirra rættindum – rættindi, sum í okkara parti av heiminum tykjast sjálvsøgd, men sum í Afghanistan kunnu vera beinleiðis lívsvandamikil at krevja.


Kostnaður: 168 krónur


-------------


Georg L. Petersen er føddur í Havn í 1967 og tók samfelagsmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1987. Eftir eitt ár sum tíðindafólk á Dimmalætting, fór Georg á Nordiska Folkhögskolan í Kungälv, Svøríki, at lesa journalistikk. Í 1989 fór hann at lesa løgfrøði við Aarhus Universitet, til hann byrjaði á Danmarks Journalisthøjskole í Aarhus í 1991, har hann tók prógv í 1995.


Georg L Petersen var blaðstjóri á Dimmalætting saman við Beate L. Samuelsen frá 1995 til 2001, tá hann tók við sum ábyrgdarblaðstjóri. Hetta starvið legði hann frá sær árið eftir, og tók við sum tíðindaleiðari á blaðnum. Í 1998 starvaðist hann á Aalborg Stiftstidende. Í 2006 fór Georg at arbeiða í sjónvarpinum í Kringvarpi Føroya, har hann millum annað hevði brúkarasendingina Rist og virkaði sum settur tíðindaleiðari í tveimum umførum. Í 2009 fór Georg aftur á Dimmalætting, við serligari ábyrgd fyri brúkaratilfar. Hann fekk Brúkaraprísin í 2011.