Nakað, sum hevur skelkað fleiri er, at Smyril Line, hevur bjóða útlendskum, og kanska serliga týskum ferðafólkum, at koma við Norrønu uppá treytir, sum føroyingum ikki er í boðið. Um vit høvdu bókingarnummari hjá føroyinginum og týskaranum, so høvdu vit kunnað kannað hvussu hetta hongur saman, og soleiðis funnið útav um vit møguliga hava gjørt ein feil, sum vit so kunnu rættað, sigur stjórin.
Ein føroyingur møtti av tilvild einum týskara umborð á Norrønu, sum bað føroyingin ansa sær eftir ferðagóðsi sínum, meðan hann gjørdi eitt ørindi umborð.
Tá ið týskarin kom aftur takkaði hann fyri tænastuna, og spurdi um tey ikki skuldu fara inn í matstovuna, at fáa sær ein bita saman. Nei, helt kvinnan. Tað er alt ov dýrt, og staðfestir harvið veruleikan, at føroyingar heldur pakka sær ein trivaligan matpakka enn fáa sær ein bita umborð á Norrønu.
Týskarin varð hinvegin ovfarin av, at maturin ikki var uppi í ferðaseðlinum hjá kvinnuni, tí tað var galdandi hjá honum. Síðani samanbera tey ferðaseðlarnar, sum líkjast í prísi. Einasti munurin var, at týskarin fekk matin við í prísinum, meðan føroyingurin ikki fekk matin við í prísinum.
”Bumbumaðurin” leggur bumbu undir fútan
Fáið eisini tað seinasta um Jóannes í Dali, sum knappliga hevur loyvi til innflutning av fleiri av lutunum, og evnunum, sum hann annars varð fongslaður fyri at hava í varðveitslu fyrr í summar.
Hann sat varðhaldsfongslaður í 3 mánaðar, til ákæruvaldið varð avdúkað. Nú arbeiðir hann at leggja eina ”bumbu” undir fútan. Endurgjaldskravið verður stórt.
Greinarnar kunnu keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:
Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.