Føroyingar avreiða risa møguleikar fyri egnari menning innan fíggjarliga tøknifrøði

ĺ seinastu útgávu av podvarpinum Mikrofonin tosar verturin Búi Tyril við Nikláa Nysted, stjóra í fyritøkuni Knassar, sum m.a. eigur Portal.fo og Vevlýsingar.

Niklái sigur sína hugsan um miðlastuðul og hví hann ikki tekur undir við slíkari skipan. Hann tosar eisini um lógina um datavernd sum kemur í gildi nú aftan á nýggjár og um tann sonevnda talgilda samleikan.

Harafturat verður gjørt eitt sindur burtur úr fintech — tøknifrøði á tí fíggjarliga økinum — og teimum stóru møguleikum fyri KT vinnu sum liggja í tí, og sum føroyingar tykjast at vera blindir fyri.

Her meinar Niklái at vit við verandi kós lorka burtur hesar stóru møguleikar. Samstundis ávarar hann staðiliga ímóti tilgongdini í lógar- og regluverkinum, ið hann metir setir bæði okkara fólkaræði og okkara sjálvbjargni í vanda.

Leinki til samrøðuna: https://mikrofonin.podbean.com/e/f%c3%b8royingar-kunnu-faa-nogv-meira-burtur-ur-figgjarligari-t%c3%b8knifr%c3%b8%c3%b0i-%e2%80%94-niklai-nysted/