- Økt kapping, lægri prísir á flogferðum, og betri vinnumøguleikar til Atlantsflog eru tað, ið vit arbeiða fyri, og nú eru vit komin eitt stig nærri málinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir fund í Keypmannahavn í dag.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag verið á fundi vid Henrik Dam Kristensen, flutningsmálaráðharra, í Keypmannahavn.
Millum málini, ið teir báðir umrøddu, er spurningurin um, at Føroyar skulu gerast partur av tí sonevnda 3. loftferðslupakkanum hjá Europasamveldinum.
Málið hevur verið ávegis í eina tíð, men nú er avtalaður ein leistur fyri, hvussu hetta felags europeiska regluverkið verður implementerað í føroyska lóggávu.
- Tá regluverkið er vorðið partur av føroyskari lóggávu, kemur vónandi eisini økt kapping í flúgvingina upp á Føroyar, og tá er stóra vónin, at ferðaseðlakostnaðirnir fara niðureftir.
- 3. loftferðslupakkin fær eisini stóran týdning, m.a. fyri Atlantsflog, sum fær nýggjar vinnumøguleikar við at kunna flúgva í Europa uttan avmarkingar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.