Føroyar undirskrivað samstarvsavtalu um talgildan samskiftispall

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur í dag, vegna Føroyar, skrivað undir samstarvsavtalu við Nordic Institute for Interoperability Solutions (NIIS). NIIS er millumtjóða felagsskapur, ið hevur til endamáls at tryggja menningina og strategisku leiðsluna av X-Road millum limalondini. Limalondini í NIIS eru Estland, Finnland og Ísland.

Ein partur av Talgildu Føroyum
Heldin, sum X-Road verður nevnd í Føroyum, varð sett í verk í 2016 í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar. Hetta er ein av fýra verkætlanum í Talgildu Føroyum. Talgildi Samleikin, talgilding av grundardátum og Tænasturportalurin, eru hinar tríggar verkætlanirnar. Heldin er samskiftispallur, ið loyvir haldgóðum dátusamskifti og tryggjar trúna og felags standard millum partarnar. Tøknin er grundarlagið fyri tryggum dátuflutning millum almennar stovnar í Føroyum og verður eisini miðdepilin í komandi talgilda samleikanum og tænastuportalinum.

Ein talgildur og tryggur samskiftisvegur
X-Road tøknin er ment í open source og verður brúkt av Estlandi, Finnlandi og Íslandi til dátusamskifti millum stovnar, fyritøkur og borgarar. NIIS samstarvið hevur við sær, at føroyska talgilda undirstøðukervið í framtíðini fer at kunna nýtast millum londini, ið brúka X-Road, hóast londini hava hvør sín serstaka samskiftispall. Í norðurlendska- og baltiska samstarvinum um talgilding, verður eisini virkað fyri, at londini menna loysnir, ið gera tað lættari at menna talgildar loysnir nú og framyvir. Tað er tí eitt framstig, at Føroyar, Ísland, Finnland og Estland nú hava valt somu grundleggjandi loysn, tá umræður X-road.

Avtalan tryggjar ávirkan og menning
Luttøkan í NIIS samstarvinum hevur stóran týdning fyri talgildu gongdina hjá okkum. Við samstarvsavtaluni fáa Føroyar beinleiðis ávirkan á framhaldandi menningini av X-Road og trygga dátuflutninginum. Føroyar hava góðar royndir við Heldini og hava sum liður í Talgildu Føroyar verkætlanini bygt upp eina stóra vitan og førleikar innan økið. Nýggjasta slepping av Heldini er undir menning. og verður tikin í nýtslu í Føroyum seinni í ár.

“Tryggleiki í talgilda heiminum er av sera stórum týdningi, nú vit menna okkara Talgildu Føroyar. Vit kunnu tí fegnast um, at Føroyar, við hesi avtalu, eru millum fremstu londini í heiminum, tá umræður at menna ein framkoman og tryggan talgildan samskiftispall. Við hesum menna vit í felag við fleiri av grannalondum okkara eitt undirstøðukervi, ið tryggjar, at dátuflutningurin innanhýsis í Føroyum og millum londini er tryggur”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum eisini hevur ábyrgd fyri talgilding.