Føroyar skulu spyrjast eftir

Føroyar vilja fegnar hava ein virknan leiklut í Norðurlandaráðnum fyri at tryggja eina burðardygga menning av arktiska økinum komandi árini. Hetta var greiði boðskapurin í røðuni hjá Anniku Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, tá ið hon fyrrapartin var ein av høvuðsrøðarunum á temasessiónini í Norðurlandaráðnum um Arktis, sum verður hildin í Reykjavík í dag.


- Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at vit fáa møguleikan at verða spurdar til ráðs í Norðurlandaráðnum, tá ið raðfestingarnar í arktiska økinum skulu gerast. Sjálvandi eiga sjálvstýrandi økini Grønland og Føroyar at hava ávirkan á, hvussu vit skipa arktiska økið komandi árini. Tað er ikki uttan orsøk, at Foreningen Nordens Forum hevur heitt á Norðurlendska Ráðharraráðið um at spyrja Føroyar og Grønland til ráðs, vísti Annika Olsen á í røðu síni í Reykjavík.


Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, ið heitti á Anniku Olsen um at halda eina røðu um møguleikar og avbjóðingar í arktiska økinum á norðurlandaráðsfundinum fyrrapartin. Hetta var samstundis hennara fyrsta røða sum norðurlendskur samstarvsráðharri í íslendska Altinginum. Síðan tað varð siglandi bæði norðureystur og norðurvestur um pólin, er áhugin fyri arktiska økinum øktur munandi, bæði í norðanlondum og millum stórveldini í heiminum.


- Í løtuni er tað serliga norðureystur og norðurvestur leiðin, ið hevur áhuga fyri okkum føroyingar. Vit kunnu gerast ein miðdepil bæði viðvíkjandi tilbúgving, men eisini sum ein týdningarmikil pallur í norðurhøvum, har skip kunnu bunkra á leiðini. Vinnuliga kann hetta gerast ein nýggj inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum, sum bæði kemur kommunum og landi væl við, sigur Annika Olsen.


Temasessiónin um arkitiska økið, sum verður hildin í íslendska Altinginum, endar í dag.