Eftir JK tann 28/10/2012:
Føroyar og Luksemborg spæla í dag seinasta dystin í trýlandakappingini, sum verður spæld í Luksemborg millum Luksemborg, Belgia og Føroyar.
Luksemborg og Belgia spældu javnt í gjár, meðan Føroyar taptu greitt móti Belgia. Hetta er 11. ferð at Føroyar og Luksemborg møtast, Føroyar vunnu fýra teir fyrstu dystirnar, meðan Luksemborg hevur verið omaná í teimum seinastu seks.
Spurningurin er so, hvussu tað fer at gangast í dag kl. 15. Hygg eftir dystinum her á heimasíðuni.