Føroyar kunnu fáa oyggjaleikirnar í 2029

Umboð fyri starvsnevndina hjá Ítróttasamband Føroya hava í dag verið á fundi við nevndina hjá International Island Games Association (IIGA). Á fundinum bleiv umrøtt at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyar. 

Talan var um ein jaligan fund, har báðir partar fingu greitt frá sínum sjónarmiðum. 

Umboðini fyri ÍSF greiddu frá, at Føroyar eru klárar at skipa fyri Oyggjaleikunum, ongantíð ov skjótt, og hevur hetta fullan stuðul frá ítróttini og politiska myndugleikanum í Føroyum. 

Nevndin í IIGA gjørdi greitt, at Oyggjaleikirnir í 2023 verða í Orkney, um einki óvæntað hendir. 

Á fundinum upplýsti nevndin í IIGA eisini, at fundir hava verið við Ynis Mon um Oyggjaleikirnar í 2025 og Isle of Man í 2027. 

IIGA vísti á, at einki boð enn er uppá Oyggjaleikirnir í 2029. Umboðini hjá ÍSF gjørdu greitt, at vit fegin vilja skipa fyri leikunum í 2029, og um so er at samráðingarnar við Ynis Mon og Isle of Man ikki bera á mál, eru Føroyar klárar at skipa fyri leikunum í 2025 ella 2027. 

Á fundinum bjóðaði starvsnevndin hjá ÍSF nevndini í IIGA til Føroyar, at halda regluliga várfundin, sigur ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen.