Føroyar fingið formann í ICES-arbeiðsbólki

ICES-arbeiðsbólkurin, har stovnsmetingar av m.a. toski, hýsu og upsa undir Føroyum verða gjørdar, hevur eina skipan, har formaðurin verður valdur fyri trý ár í senn, og har londini skiftast um at eiga formannin. Í 2012, og trý ár fram, hava Føroyar formannin, og er tað Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.


Arbeiðsbólkurin savnast í Keypmannahavn eina ferð um árið (apríl-mai) at meta um støddina á fiskastovnunum við Eysturgrønland, Ísland, Føroyar og í Irmingarhavinum. Talan er um tosk, hýsu, upsa, sild (við Ísland), lodnu (við Ísland), svartkalva, stóra kongafisk og trantkongafisk.


Stovnsmetingin er síðan grundarlagið undir ráðgevingini hjá ICES, sum vanliga er tøk um mánaðarskiftið mai-juni. Havstovan letur Fiskimálaráðnum sítt tilmæli viðvíkjandi føroysku botnfiskastovnunum í seinasta lagi 15. juni á hvørjum ári.