Føroyar eru limir í norska ríkinum

Í Dimmu nr. 15 frá 20. Januar 2012, skrivar Líggjas í Bø, eitt lesarabræv, sum hann kallar “Drotningin og hennara riddarar”. Í lesarabrævinum vísir hann staðiliga á, at føroyingar, sum limir í norska ríkinum leingi vóru í felagsskapi við Danmark um m.a. kong, og at tann felagsskapurin ongantíð er avtikin. Hann vísir á, at danska kongsveldið í øldir hevur roynt at heilavaska føroyingar til at vera danir. Vit hava biðið fyrrverandi tingmann, Tórbjørn Jacobsen, gera viðmerkingar til hendan spurningin, sum Zakarias Wang, fólkalívsfrøðingur, hevur havt frammi í nógv ár.


1. partur:


Flestu føroyingar munnu hava ta fatan, at tjóðskaparrørslan er høvuðsatvoldin til ta menning, sum landinum hevur verið fyri hesi seinastu stórt hundrað árini. Fyri flokkabýtið fyrst í hinari øldini var tað fyrst og fremst ein romantisk rørsla, ið hevði til endamáls at styrkja meginbulin í samleikanum ella tí nógv viknaða samleikanum. Málið og mentanin komu á breddan, og semja varð um, at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum.


Eri samdur við Zakariasi og Líggjasi í teirra tulking av søguni. At vit í prinsippinum eru limir í norska ríkinum, sum leingi var í felagsskapi, - við Danmarkar kongi sum ríkisoddvita. Formelt er hendan alliansan ikki avtikin, tí hanga vit í grundini uppi í danska kongshúsinum, hóast vit ikki eru partur av donsku ríkiseindini. Hetta er søgan og argumentatiónin er burðardygg. Liggur latent í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya. Hon heldur vatn, men nógv vatn er eisini runnið í sjógv síðani, og nógvar realpolitiskar støður hava síðani verið í viðurskiftunum ímillum okkum og hini Norðurlondini. Hinvegin, so hava Føroyar alla tíðina verið ein sjálvstøðug jurisdiktión, og tann veruleikan hevur ongin enn kunnað skalað.


Eitt annað fyribrigdi, sum serliga Zakarias hevur gjørt seg til talsmann fyri í nýggjari tíð, er Tjóðfundarleiðin. Hetta er eisini ein gongd leið, og er alkend um okkara leiðir. Hetta vita íslendingar og norðmenn, og um krígsmótið skrivaði D.P. Danielsen, løgfrøðingur, seinri tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, ein bókling um hesa leið. Veit, at hetta fyri mong kann ljóða sum anakronismur, umrøða av gomlum hýggjuskotnum søguligum bjálkum, men okkara trupulleiki er, at vit ikki gjørdu bart, táið høvið var har, í 1946, og tí sita vit fastir í rangastrúpanum á søgunnar gongd, sum ein tann seinasta koloniin í heiminum. Tað er trupulleikin, og ikki tær mekanismur, ið kunnu flyta okkum úr hjálandastøðuni inn í nationalstatin.


Í teldupostinum vísir tú til eitt kjak ímillum meg og Edmund Joensen, sum var í Útvarpinum, nú hennara Hátign, Danmarkar drotning, hevði sitið á trúnuni í fýrati ár. Sum við so mongum øðrum, verður ein ávirkaður av jørðildinum man sprettur úr. Edmund er uppvaksin ímillum sambandsfólk, meðan eg eri uppvaksin ímillum loysingarfólk úr Fólkaflokki og Tjóðveldi. Tað sum kemur inn við móðirmjólkini rennur ikki útaftur soleiðis uttan víðari. Hinvegin havi eg altíð hildið, at sambandsfólk eisini vóru ein partur av føroysku tjóðskaparrørsluni. Við flokkabýtinum gjørdust tey tann íhaldni politiski parturin av hesi rørslu, hingu líkasum eftir í tí romantiska partinum, meðan Sjálvstýrisflokkurin, og teir flokkar sum komu burturúr honum seinri, gjørdist “byltingarvongurin”, ið vildi politiskar broytingar á slóðini fram.


Nú kann orðið nationalistur tulkast ymsar vegir. Snýr tað seg um at styrkja um egnan samleika, fyri at styrkja ein felags samleika hjá eini heilari tjóð, fyri at kunna standa uppi sum fólk, so er tað eitt positivt orð. Vit kenna øll tær negativu síðurnar av orðinum, og eitt fyribrigdi, sum ofta verður tikið fram, er nazisman í Týsklandi. Haldi meg vera ein føroyskan nationalist eftir fyrru merkingini. Tá eg í sendingini umrøddi Edmund sum ein danskan nationalist, so kemst tað av, at vit hesi seinru árini hava sæð eina broyting í hugburðinum hjá summum sambandsfólkum. Serliga sambandspolitikkarum. Teir argumentera sum danskir nationalistar ímóti føroyskari tjóðarbygging, og táið teir tosa um føroyskar tjóðskaparmenn, taka teir upp í saman aftur nýggja hugtakið: Misskilt nationalisma.


Hetta gongur ímóti tí veruleika, at teir einaferð vóru partur í tjóðskaparrørsluni. Hetta er eitt veruligt paradigmuskifti, og tað undrar meg, at hesin tankin eigur nakran gróðrarbotn í Føroyum. Sendingin snúði seg nú um Kringvarpsins leiklut í øllum hesum.


Tá Niels Juel Arge stjórnaði Útvarpinum, var ongin ivi um, at stovnurin var í broddi fylkingar sum tjóðarbyggjari í Føroyum. Hetta hevur onki sum helst við partapolitikk at gera yvirhøvur, skal eg leggja afturat. Hesi seinru árini havi eg ofta ivast í, um hetta var ein donsk ella ein føroysk støð. Har hómast ongin yvirskipað national linja, sent verður, alt eftir hvør “politiski” observansurin hjá mikrofonmanninum/kvinnuni er. Tað kann hava ávirkað politiska landslagið tann skeiva vegin. Tí kann retorikkurin hjá eitt nú Edmundi eisini vera eitt tilvitað val, nú atkvøður eru at finna í hesum nýggja danska nationala segmentinum í Føroyum.


Síðan spyrt tú um heimastýrislógina. Ja, tann søgan er alkend. Føroyingar velja loysing og fáa samband. Í 46. Nú sigldi eg í Grønlandi í mong ár, og eg minnist eina samrøðu í grønlendska útvarpinum, stutt fyri at Grønland fekk heimastýri, har Erlendur Patursson, sum tá var formaður í Tjóðveldisflokkinum, staðiliga mælti teimum frá at fara undir eina slíka skipan, tí hendan hálva loysnin, sum var roynd í Føroyum, var verri enn onki, ein millumloysn, sum bara hevði til endamáls at gagna donsku imperialismuni í hjálondunum. 


-------------------


Næsta grein: Heimastýrislógin var ein vanlukka, sigur Tórbjørn Jacobsen...