Føroyar á søguligum kortum, vøtn og bóndahúsini í Kirkjubø
Nýggj frímerki frá Posta 25. februar 2019
Føroyar á søguligum kortum
Olaus Magnus Carta Marina frá 1539 verður mett sum eitt av vakrastu landakortum, fult av litføgrum tekningum av hvali, sjóskrímslum og skipum á havinum, meðan vit á landi finna myndir av staðbundnum livihátti og náttúru.
Har verða mong fólkasløg, staðarnøvn og søguligar ávísingar lýstar í tekningunum. Hyggja vit nærri at kortinum, síggja vit fólk, elgar, fugl og enntá eitt sjóskrímsl, ið gloypur skip í skotskum sjógvi.
Í Magnusar lýsing av Føroyum eru sjey oyggjar. Í Historia de gentibus septentrionalibus (Søgan hjá skandinávum), frá 1555, skrivar hann um vandamikla drangin Munkin, sunnanfyri oyggjarnar, sum eisini finst á kortinum. Magnus umtalar Føroyar sum ”ön Färö”, tað vil siga, sum eina einstaka oyggj, sum saman við Munkinum var bæði trygg havn og eitt sera vandamikið stað fyri sjómenn.
Við hesari frímerkjarøðini vil Posta minnast søgulig kort av Føroyum.
Lagt til rættis: Kim Simonsen
Triðja útgávan í røðini “Vøtn í Føroyum”
Hesa ferð eru tað vøtnini Leynavatn og Eiðisvatn, sum eru avmyndað.
Myndirnar hava Olaf Olsen og Saviour Mifsud tikið
Bóndahúsini í Kirkjubø.
Londini í Sepac (Small European Postal Administration Cooperation) velja hvørt ár eitt felags myndevni. Í ár var evnið gomul sethús og Posta hevur valt at vísa bóndahusini í Kirkjubø.
Vøkru bóndahúsini eru elstu sethús í Føroyum – so gomul, at upprunin kámast í miðaldartámi. Eini vøkur hús – og eitt virðiligt dømi um gamlan føroyskan byggisið.
Myndina hevur Ólavur Frederiksen tikið
Les meira um søgurnar handan frímerkini á heimasíðuni:
www.stamps.fo