Føroya Væl - nýggja nevnd og nýggjan formann

Veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, Føroya Væl, hevur fingið nýggja nevnd og nýggjan formann

Føroya Væl helt aðalfund mánakvøldið 2. oktober 2017, í Hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Fitt av fólki var møtt upp á fundinum.
 
Aðalfundurin umrøddi serliga støðuna í lokalfelagnum og hvørji tiltøk kundu verða áhugaverd og viðkomandi at viðgera politiskt komandi árið - alment og fyri sambandsáhugaðum.
 
Nýggja nevndin hevur skipað seg og er mannað soleiðis:
 
- Johan Dahl, formaður
- Ingi Mittún, næstformaður
- Beate Lindenskov Samuelsen, skrivari
- Annfinn Brekkstein, kassameistari
- Linnéa L. Petersen
 
Petur Ellefsen varð valdur til varalim.
 
Formaður og nevnd ætla at hava eitt virkið lokalfelag við tiltøkum og átøkum av ymiskum slag, og sum kann verða við til at knýta veljararnar tættari at Sambandsflokkkinum.
 
Tað standa eisini eitt løgtingsval og eitt fólkatingsval fyri framman og tí er neyðugt, at felagið hjálpir til at fyrireika flokkin við valevnum, valskrá og valstríði.
 
Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum tók lut á fundinum, eftir aðalfundin. Hann greiddi frá politisku støðuni og teimum málum, sum hava týdning fyri Sambandsflokkin.
 
Føroya Væl